HANDILSVIRKSEMIÐ HARALDSEN Í STUTTUM

Jákup Haraldsen varð føddur í Elduvík 2. novembur 1891. Pápi hansara var keypmaður, og hevði handilsvirki í Elduvík – og í hesum umhvørvinum vaks Jákup upp í, og vóru hesi viðurskifti við til at opna dyr úteftir fyri hann. Bert 22 ára gamal gjørdi Jákup av, at fara til Fuglafjarðar at seta nýtt handilsvirki á stovn. Væl stuðlaður heimanífrá, bygdi Jákup Haraldsen sethús og krambúðarbygning í einum á Bugnum í Fuglafirði, og lat hann upp 25. nov. 1914. Fiskakjallari, sethús og krambúð var alt í sama húsi. Og virksemið vaks støðugt. So keypti hann eisini fleiri skip. M.a. Fame, Kyrjastein og Boðastein. Í 1930 bygdi Jákup Haraldsen eitt fiskahús niðan fyri vegin undir krambúðini. Her var saltfiskur stakkaður og vaskaður, klippfiskur arbeiddur, og í 1933 varð ovasta hæddin gjørd til fiskaturking við nýmótans tólum.

Undir seinna veraldarkríggi vóru onglendingar í tí støðu, at matvørur komu at trota, helst fiskur. Her sá Jákup Haraldsen so ein tørv og møguleika, og stovnaði hann tí í 1940 p/f Fuglafjarðar Ísvirki. Virkið bleiv bygt á Helluni uttan fyri Køvugjógv. Framleiðslan var umleið 12 tons um samdøgrið, og nøktaði tað ein part av tørvinum í krígsárunum.

Í 1947 andaðist Jákup Haraldsen, bert 56 ár. Men virksemið steðgaði kortini ikki. Synirnir Kristian, kanska best kendur sum Bassi, og Oddfríður Haraldsen tóku yvir eftir pápa sín.Í 1969 verður farið undir at byggja nýggja krambúð í Karvatoftum, sum læt upp 10. des. Í 1970.Tað var ein nýmótans krambúð við sjálvtøku, skrivstovu og goymslu. Hetta sama árið, ið farið var at byggja, andaðist Bassi Haraldsen brádliga, og tók Oddfríður tí við leiðsluni av handilsvirkinum, sum í 1969 var skipað sum P/F Haraldsen við Halldóru, konu Bassa, Astu og Oddfríða sum partaeigarum.





Set teg í samband við:

Vistir
Kambsdalur
530 Fuglafjørður
t-post:  vistir(at)vistir.fo
fax nr.: 444 689

Tlf nr. 216 000

Døgntænasta

Vit leggja sera stóran dent á, at veita kundum okkara skjóta og góða tænastu.